24. august byrja vit hjá KFUM-Skótunum við Løkin aftur við einum felagsdagi fyri bæði skótar og úlvar. Dagurin byrjar kl. 17:30 og endar kl. 19:30.

Á skránni verða millum annað fleiri stuttlig skóta og úlva aktivitetir at royna og eisini verður okkurt lekkurt til matna.

Møguleiki verður eisini at tekna seg sum limur hendan dagin. Teir vanligu skóta og úlvafundirnir koma so at byrja vikuna eftir.

Øll eru hjartaliga vælkomin bæði skótar og foreldur :)