Sum nakað heilt nýtt, so verður tilmelding til legur nú eisini gjørt lættari hjá legu-luttakarum. Nú ber ikki einans til, at melda seg til legur og annað slíkt í pappír-formi, tí nú er tilmelding á netinum eisini komið til Skótarnar við Løkin!

Fyri at nýta hendan møguleikan fert tú inn undir "ANNAÐ" ovast á síðuni. Síðani trýstir tú á "legur", og velur síðani ta leguna, ið tú skalt tilmeldast til. Tá tú síðani hevur valt røttu leguna trýstir tú á "Tilmelda" ovast til høgru á síðuni, og útfyllir tú síðani teir teigarnar, ið skulu útfyllast.

Tað er eisini møguleiki at fara beinleiðis inn á tilmeldingarsíðuna við at trýsta á her!

Eisini er eitt kontonummar viðfest tilmeldingini, ið peningurin skal flytast yvir á. Um møguleiki ikki er fyri at flyta peningin, so er enn møguligt at nýta gammlar mátar, nevnliga at geva leiðaranum peningin. Tá ið tú ert tilmeldaður verður gjalding uppfyld av fyriskiparum av leguni, og verður tú síðani antin uppringdur, ella móttekur tú ein teldupost.