Rovarar er fyri øll, ið eru komin uppum skótaaldur, t.v.s. 10. flokk, og uppeftir.

  • Vit fáast við ymist virksemi, sum er bæði stuttligt og lærandi.
  • Vit hugna okkum í góðum felagsskapi við aktivitetum og spølum.
  • Vit gera ymiskt kring Skálafjørðinum og ganga túrar í fjøllunum.
  • Vit gera ymiskt handaligt arbeiði í skótahúsinum.
  • Vit luttaka á skeiðum og fáa førleikar fyri lívið.
  • Vit læra at samstarva og at virða hvør annan.
  • Vit læra nýggj skótakynstur.
  • Vit eru til skótavenjingar.
  • Vit taka ymisk dugnatekin.
  • Vit skemta, flenna og hava tað stuttligt.
  • Og mangt, mangt annað.

Okkara facebook bólkur:

https://www.facebook.com/groups/USLokin/

Hevur tú hug at verða Rovari, ert tú vælkomin at venda tær til undirritaðu:

John Hansen

Tlf. 255402