Skótahúsið við Løkin er væl egnað til alskyns tiltøk, alt frá Brúðarvíglsum til eitt nú Loppumarknaða. Skótahúsið hevur allar teir møguleikar, ið eitt veitlsuhøli eigur at hava. Millum annað er atgongd er til tvídeild ves (konufólk & mannfólk), modernaðan køk við øllum teimum møguleikum, ið ein stórur køkur eigur at hava, og tvey stór "eyka" hølir, afturat stóra hølinum. Hesi tvey hølini kunnu eisini gerast til fýra smærri hølir, um neyðugt er við tí. Eisini er eitt fundarhøli í Skótahúsinum, ið millum annað hevur ein stórskíggja, fundarborð, og beinleiðis atgongd til køkin. Ein hitapottur er tengdur at húsinum, ið kann leigast við, um áhugi er fyri tí. Hitapotturin hevur pláss fyri 8 fólkum.

Undir knøttinum "SKÓTAHÚSIÐ" > "Myndir" sært tú myndir av øllum skótahúsinum, bæði innan og uttan.

Um áhugi er í at leiga skótahúsið ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í gjøgnum ein av niðanfyri standandi mátum:

Tlf: 225253

Mail: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.