Skótarnir eru fyri øll í 5 flokk til 10 flokk.

Ynskir tú at vera skóti hjá KFUM-Skótunum við Løkin, er bert at møta upp til ein av skótafundunum.

Tekna teg sum limur hjá KFUM-Skótunum við Løkin Her
Tak faldaran niður, prenta, fyll út og gev leiðaranum hann :)

 

Skótalyftið, skótalógin & loysanarorðið

Skótalyftið:
Við æru míni gevi eg tað lyfti, at eg eftir førimuni vil vera trúgvur móti Guði og landi mínum, at vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.

Skótalógin:

1. Skótin er sannur í talu og atferð.

2. Skótin er trúgvur.

3. Skótin er hjálpsamur.

4. Skótin er góður vinur.

5. Skótin er høviskur í øllum lutum.

6. Skótin er djóravinur.

7. Skótin er lýðin.

8. Skótin er sparin og røkin.

9. Skótin er væl hýrdur.

10. Skótin er reinur í huga, orðum og gerðum.


Loysanarorð skótanna: Ver til reiðar!