Úlvarnir eru fyri øll frá 1 fl. til 4 fl. og eru býtt upp í tvey lið:

1. Úlvalið (1-2 fl.) & 2. Úlvalið (3-4 fl.).

Ynskir tú at gerast limur og vera úlvur hjá KFUM-Skótunum við Løkin, er bert at møta upp til ein av úlvafundunum.

Tekna teg sum lim hjá KFUM-Skótunum við Løkin Her.
Tak faldaran niður, prenta, fyll út og gev leiðaranum hann :)

 

Úlvalyftið, úlvalógin og loysanarorðið

Úlvalyftið:
Eg lovi at gera mítt besta

fyri at lýða Guð,
at halda úlvalógina
og hvønn dag gera nakað
fyri at gleða onnur.

Úlvalógin:
1. Úlvurin aktar gamla úlvin.
2. Úlvurin gevst aldri.

Loysnarorðið::
Ger títt besta!